Deiggj gleða seg at spæla fyri tykkum. Seinast teir spældu var til eitt útselt Uriah Heep Kvøld á Reinsarínum í Havn og eisini til tey sonevndu Easy livin´við Gjógv tiltøkini .
Nú er túrurin komin til at dansa saman við Deiggj í Dansifrøi.
Deiggj eru Dennis Lave, Pætur Mohr Dam, Fróði Vestergaard, Rani H. Christiansen, Sverri Heinesen og Páll Holm Lave. Møguliga verður okkurt annað eisini á skránni eisini.
Umframt Deiggj fer Gissur Patursson at spæla góðan dansitónleik frá 70´unum . Gissur Patursson er legendariskur discjockey frá 70´unum og hevur m.a. luttikið á Easy livin´við Gjógv í 2019 og fingið dansigólvið at kóka. Stórur dentur verður lagdur á fáa eitt hugnaligt kvøld við góðum starvsfólki sum taka sær av gestunum.